
Have your own adventure with the #1 outdoor app today.
Karl Hansen went for a hike
April 13, 2026
03:26
7.64km
2.2km/h
370m
350m
komoot app for Apple Watch
Tá eg tosaði við prestin, hugsaði eg, at eg skuldi vera verandi í Hvalba, so fara til Sandvíkar dagin eftir.
Men veðrið var ótrúliga gott fyri ársins tíð. So varð hann yvirtalaður at halda fram, til Sandvíkar sama dag.
Á veg út úr Hvalba er ein matvøruhandil har man kann sita inni og fyrireika seg til túrin yvir fjallið.
Ein túrur sum er krevjandi, eins og tað er bratt heilt upp, tað sama niður aftur, tað er ein onnur ruta sum ikki er so bratt.
Á tí leiðini er ein glyvur, sum ikki sæst væl og um tú ikki kennir staðin, skalt tú ikki fara har einsamallur, men saman við fólki, sum kenna staðin.
Hesin seinasti parturin var nokk ein tann harðasti, helst eisini tí eg hevði gingið av Tvøroyri, so beinini vóru farin at troyttast. Útsýnið er næstan tað sama tá man kemur upp á toppin, í klárum veðri hevði eg útsýni suðureftir og norðureftir og kundi síggja hvar eg hevði gingið.
Útsýnið her er nakað einastandandi sum fleiri av teimum støðunum, tú kemur til í Føroyum, men Sudrø er nakað heilt serligt, sum hinar oyggjarnar ikki hava.
Tá eg komi til Sandvíkar, kemur ein maður, sum er partur av samkomuni í Sandvík og hann kundi fortelja mær nakað av gomlu søguni og hvussu trupult tað var at umvæla eina gamla kirkju.
Hann bjóðaði mær til kaffi og bjóðaði sær at koyra meg til ferjuna. Soleiðis er føroyskt gestablídni og serliga á Sudrø havi eg hitt nógv prátingarsom fólk og gestablídni. so takk fyri øll somul.
Waypoints
Route Details
Elevation
Highest point (370 m)
Lowest point (0 m)
Sign up to see more specific route details
Sign up for free
Comments
Want to know more?
Sign up for a free komoot account to join the conversation.
Sign up for free